Japan revsar Norðurkorea

Japan fer at revsa Norðurkorea við ymsum búskaparligum tiltøkum, tí landið søkti eitt suðurkoreanskt herskip í mars.

Eitt av tiltøkunum er at broyta fráboðanarskylduna, tá pengar verða fluttir úr Japan til Norðurkorea.

Sum er skulu myndugleikarnir hava boð, um flytingin er oman fyri 110.000 dollarar, men nú verður markið lækkað til 33.000 dollarar.

Japanska stjórnin sigur, at hon er samd við amerikonsku stjórnini um, at norðurkoreanska framferðin kann ikki góðtakast. Stjórnin leggur afturat, at Japan fer at arbeiða saman við USA í hesum máli.

Fleiri hundraðtúsund fólk av norðurkoreonskum uppruna búgva í Japan. Feirri teirra eru børn frá fyrrverandi tvingsilsarbeiðarum.