Fyri fyrstu ferð nakrantíð eru USA og Japan fóru í dag undir eina felags hernaðarvenjing. Venjingin verður hildin í sambandi við, at 50 ár eru liðin, síðani tey bæði londini skrivaðu undir eina avtalu um hernaðarligt samstarv.
Japanskir fjølmiðlar siga, at 34.000 japanskir hermenn, 40 herskip og fleiri hundrað flogfør taka lut í venjingini. Teir amerikonsku hermenninir í venjingini eru 10.000 í tali.
Venjingin er í einum øki úti fyri teimum syðstu oyggjunum í Japan og nærhendis suðurkoreonsku strondini.
Bæði Japan og USA leggja dent á, at venjingin var avtalað, langt áðrenn Norðurkorea skeyt eftir einari suðurkoreanskari oyggj í síðsta mánað.
Lagt verður afturat, at venjingin hevur heldur einki samband við venjingina, sum USA og Suðurkorea júst hava havt.









