Amerikanarar eru í iva, hvørt teir skulu lata Barack Obama halda fram í Hvítu Húsunum í Washington fýra ár afturat, ella Mitt Romney skal loysa hann av.
Men í summum londum er lítil og eingin ivi. Eitt nú vísir tað seg, at skuldu japanar valt amerikanska forsetan, høvdu heili 86 prosent atkvøtt fyri Obama. Og skuldu kinesarar fingið uppgávuna, hevði Obama fingið 63 prosent av atkvøðunum.
Tað er kanningarstovnurin Ipsos, sum hevur kannað hetta, og greinarar siga, at tað eru avrikini hjá Obama á búskapar- og trygdarøkinum, sum gera hann so væl umtóktan í Japan og Kina.
Kinesiski greinarin Chen Qi, sum er serfrøðingur í altjóða viðurskiftum, sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at kinesarar hava eina kenslu av, at Obama hugsar eisini um tey, sum eru á teimum niðastu rókunum í samfelagnum. Hinvegin hava kinesarar lítið álit á ríkmonnum, sum fara upp í politikk, sigur hann.
Ein tilsvarandi kanning í Evropa vísti, at her hevði Obama eisini vunnið trygt á Romney.