Í dag verður dokumentarfilmurin, A Whale of a Tale, sýndur í Perluni, sum lýsir avbjóðingarnar, ið lítla japanska hvalaveiðisamfelagið Taiji hevur av umhvørvisfelagskapum sum Sea Shepheard.
Filmsleikstjóranum Megumi Sakaki hevur gjørt filmin, meðan Tomoko Kitamura Nielsen hevur tikið stig til filmssýningina í Føroyum.
Tomoko er í Føroyum hesa vikuna saman við einum bólki av japanskum ferðafólkum. Smabært henni kundi tað verið áhugavert fyri føroyingar og japanar at tosa saman um ymiskar avbjóðingar, ið bæði londini hava við felagsskapum, sum eru ímóti hvalaveiðu og grindadrápi.
- Hóast hvalaveiða og grindadráp á nógvum økjum ikki kunnu samanlíknast, so er tað tó áhugavert at viðgera eitt nú, um útlendskir felagsskapir skulu kunna blanda seg uppí, um upprunafólk hava rætt til at halda fast við sína aldargomlu mentan ella ei, verður sagt í tíðindaskrivi.
Tomoko Kitamura Nielsen hevur búð 15 ár í Danmark. Síðsta summar var hon í Føroyum sum tolkur hjá einum japanskum sjónvarpsliði, ið gjørdi eina undirhaldssending um Føroyar til eina stóra landsumfatandi japanska sjónvarpsstøð. Tomoko dámdi so væl í Føroyum, at hon fekk hug til at koma aftur við einum japanskum ferðaliði og vísa teimum Føroyar. Á ferðini í Føroyum hevur japanska ferðaliðið vitjað kring oyggjarnar og sett seg inn í søgu, samfelag, mentan og djóralív. Ein partur av vitjanini í Føroyum hevur verið at samskift við føroyingar um ymisk føroysk viðurskifti.
Filmssýningin er ókeypis, verður filmurin vístur klokkan 17 í Perluni í dag.











