Japan letur upp aftur fyri ferðafólki

Tað verður bara loyvt útlendskum ferðafólki, sum hava pakkaferðir, at ferðast í Japan saman við ferðaleiðara.

Eftir tveimum árum við koronu og strongum marknaðavmarkingum, letur Japan nú upp aftur fyri útlendskum ferðafólki.

 

Men, her verður ansað væl eftir, at smitta ikki verður drigin inn í landið aftur.

 

Í fyrsta umfari verða tað bara ferðafólk við sonevndum pakkaferðum, sum sleppa at vitja landið.

 

Japanska ferðafólkafelagið, JTA, sigur, at tað verður eitt krav, at útlendsk ferðafólk brúka masku.

 

Haraftrat skulu ferðafólk, sum vitja í Japan, hava privatar heilsutryggingar. 

 

Eitt annað krav verður, at útlendsk ferðafólk skulu ferðast saman við ferðaleiðara, meðan tey eru í Japan.

 

Tað skrivar www.dagbladet.no í dag, sum hevur tíðindini frá japanskum miðlum.