Fyri fyrstu ferð síðani juni í 2010 eru deyðadømdir fangar tiknir av døgum í Japan. Tað hendi í nátt, tá tríggir menn vórðu hongdir í trimum fongslum, skriva tíðindastovurnar Kyodo og Jiji frá almennum keldum í Tokyo. Myndugleikarnir vilja ikki siga, hvørjir menninir vóru, ella hvat teir høvdu fingið deyðadóm fyri, men sum skilst varð ein teirra dømdur fyri at hava myrt fimm fólk á einari jarnbreytarstøð í 1999.
Í fjør varð eingin deyðadómur fullførdur í Japan, og tað var fyrstu ferð í mong ár. Tær seinastu avrættingarnar vóru í juni í 2010, tá tveir 59 og 33 ára gamlir menn vórðu tiknir av døgum eftir at hava fingið deyðadóm fyri dráp.
Amnesty International almannakunngjørdi fyrradagin sína árligu frágreiðing um fullførdar deyðadómar ymsastaðni í heiminum, og har fekk Japan rós, tí landið hevði ikki fullført nakran deyðadóm í 2011.










