Japan er eitt land har formel 1 koyrarar eru næstan líka stórar hetjur sum sumoglímarar. Síðan fyrstu japansku koyringina í 1976 hava 20 koyringar verið í Japan, 18 av hesum á Suzuka breytini og tvær á Mount Fuji breytini. Enn hevur eingin japanari vunnið í Japan, ella nakra aðrastaðni.
16 japanarar hava koyrt formel 1 gjøgnum tíðirnar, og einans tvær ferðir er ein av teimum endaður á sigurskamlinum. Hetta var fyrstu ferð í 1990 í júst Japan, tá Aguri Suzuki koyrdi sín Lola-Lambourgini av 9. byrjunarstøðu upp á triðja pláss. Aðru ferð var, tá Takuma Sato á Indianapolis breytini byrjaði á í triðju støðu og koyrdi sín BAR-Honda á mál í somu støðu.
Takuma Sato er við sínum 40 stigum í 49 koyringum tann japanarin, ið hevur fingið nógv flest stig í formel 1. Næstur honum er Saturo Nakajima, sum fekk 16 stig í 74 koyringum í árunum 1987-1991.
Nógvar verksmiður
Meðan japanskir formel 1 koyrarar ikki hava sannført, so hava Honda motorar afturfyri verið sera sannførandi, við 71 sigrum, og 4 sigrum undir heitinum Mugen-Honda, er Honda 4. mest vinnandi motorurin í formel 1 søguni. Eisini á dekk økinum hava japanar sannført, Bridgestone og systurfelagið Firestone hava vunnið tilsamans 144 ferðir. Tað er einans Goodyear, ið hevur megna at vunnið oftari.
Reint Honda lið
Í vikuni gjørdist greitt at Honda hevur keypt British American Racing liðið, og at liðið í framtíðini verður eitt reint Honda lið. Samstundis hevur liðið givið japanska koyraranum Takuma Sato sekkin, og sett Rubens Barrichello at koyra við liðuna av Jenson Button. Hetta kann tykjast løgið. Men veruleikin er tann, at hóast Sato er besti japanski koyrarin nakrantíð, er hann slettis ikki serliga sannførandi. T.d. hevur liðfelagin Button í ár fingið 32 stig ímóti tí eina, sum Sato hevur fingið. Í fjør hevði Sato eitt betri ár og fekk 34 stig, men eisini hetta árið var Button væl betur við 85 stigum.
Sato arbeiðir í løtuni við at fáa sáttmála við okkurt annað lið. Hann hevur takkað nei til eitt starv sum royndarkoyrari hjá Honda. Tey flestu formel 1 setrini eru longu upptikin næsta kappingarár, og tí er hetta kanska seinasti møguleiki hjá Sato, at sannføra á heimabreytini. Samstundis er hetta eisini ein møguleiki at vísa ivasomum arbeiðsgevarum, at hann eigur at verða verandi í formel 1.
Yamamoto avloysir Kiesa
Danski triðjikoyrarin hjá Jordan-Toyota er ikki við hetta vikuskiftið, ístaðin er japanski Sakon Yamamoto triðjikoyrari hjá liðnum hetta vikuskiftið. Gávuríki japanski koyrarin sleppur sostatt at royndarkoyra Jordan-Toyota bilin frammanfyri nógvu japansku fjepparunum fríggjadagin. Hetta er óivað eitt tiltak, ið Jordan liðið ger fyri at tekkjast motorframleiðaranum Toyota.