Fiskavirkið í Gøtu, sum serliga hevur lagt seg eftir at virka saltfisk, hevur fingið nýggjan virkisleiðara. Janus Rasmussen úr Syðrugøtu er settur í starv sum virkisleiðari á Fiskavirkinum í Gøtu og er júst byrjaður í hesum starvi.
Hann hevur áður arbeitt á virkinum.
Janus var ein av monnunum aftanfyri Faroe Bunkers, sum bygdi upp nýggju tungoljugoymsluna í Fuglafirði. Um hetta mundið var hann eisini stjóri í P/F Bergfrost, sum er frystigoymslan í Fuglafirði.
Á Fiskavirkinum í Gøtu arbeiða eini 80-90 fólk, og virkið virkar eini 4.500 tons av ráfiski um árið.
Høvuðsfiskasløgini eru longa, brosma og toskur.
Keyparalondini av saltfiskaframleiðsluni úr Gøtu eru serliga Spania og Italia.
Stjórar á Fiskavirkinum eru brøðurnir, Páll og Regin Gregersen.