Janus trimmaður til kapping

- Innanhýsis í bankanum er arbeiðið gjørt, og nú kunnu vit fokusera á kappingina um kundarnar. Tað sigur Janus Petersen, sum lovar munandi betri treytir til kundarnar

- Endamálið við einhvørjari venjing er at fyrireika seg til at kappast. Í somáta hava vit verið í venjingarstøðu í longri tíð, og nú fara vit at kappast. Nú verður tað stuttligt.
Janus Petersen ljóðar avgjørdur. Forstjórin í BankNordik hevur sjálvsálitið við sær, nú hann leggur fram ársroknskapin fyri 2012. Bankin ferfaldar ársúrslitið, ljóða yvirskriftirnar til ein roknskap, ið vísir 121 milliónir krónur í yvirskoti fyri alt samtakið.
Honum dámar myndina av ítróttarfólkinum, sum venir til kapping. Tað hevur kravt sítt, men hevur verið neyðugt fyri at koma í form til at taka kappingina upp og vera við, har tað er stuttligt. Venjingarstøðuna hjá hansara banka lýsir Janus Petersen soleiðis:
- Vit hava gjørt stórar íløgur í at umskipa bankan, vit hava fingið alt samtakið at brúka somu kt-skipan, vit hava miðsavnað kundatænastuna og so hava vit eisini stongt nógvar deildir. Í dag eru vit 80 fólk færri í samtakinum enn við ársbyrjan í 2012.
Hetta hevur ikki verið so stuttligt, men neyðugt, sambært bankastjóranum:
- Vit hava brúkt rættuliga nógva orku upp á okkum sjálvi, upp á innanhýsis viðurskifti í bankanum. Tað er ikki so hugaligt sum at brúka tíðina upp á at kappast, sigur Janus Petersen.
Men nú er venjingarstøðan av, sambært bankastjóranum.
- Bankin er trimmaður, í góðum formi og klárur at kappast, sigur Janus Petersen.
BankNordik er hevur í dag bankavirksemi í Føroyum, Danmark og Grønlandi, umframt tryggingarvirksemi í Føroyum og Íslandi. Serliga er tað keypið av Amagerbanken, ið síðstu árini hevur kravt sítt. Í vavi er bankin tvífaldaður síðani 2009.
- Búskapurin er komin uppá pláss, niðurskrivingarnar eru komnar uppá pláss og allar aðrar fortreytir eru somuleiðis komnar uppá pláss. So ja, vit eru før fyri at kappast við ein og hvønn, sigur Janus Petersen avgjørdur, tá hann svarar spurninginum, hvar bankin ætlar at taka kappingina upp.
Sambært bankastjóranum fara kundarnir at merkja øktu kappingina allastaðni, har bankin er á marknaðinum.
- Sjálvandi eru marknaðirnir í londunum ymiskir, so kappingin og tilboðini vera ymisk. Men vit økja kappingina á øllum marknaðum, undirstrikar Janus Petersen.

Tilboðini
Enn vil bankastjórin ikki siga ítøkiliga, hvussu nýggju tilboðini koma at síggja út. Tað verður fráboðað heilt skjótt, sigur hann. Men tilboðini koma.
- Jú, og tað vera tilboð í øllum londum, bæði til privatkundar og vinnulívið, sigur Janus Petersen.
Men hvussu kemur til dømis eitt føroyskt húsarhald at merkja, at bankin ætlar sær í økta kapping við fleiri tilboðum?
- Eg kann siga somikið, at tey sum vilja vera kundar hjá okkum, fáa munandi betri treytir enn áðrenn. Her vera lægri prísir á lánum og øðrum gjøldum.
Sambært Janusi Petersen er hetta ein støða, sum bankin hevur glett seg til.
- Ja, vit hava nú brúkt nógva tíð uppá okkum sjálvi. Hendan effektiviseringin kemur nú kundunum til góðar. Vit eru sett í verðina fyri at kappast, og nú fara vit at kappast, sigur Janus Petersen.
Í Føroyum eigur BankNordik millum 40 og 50 prosent av marknaðinum. Boðskapurin um øktu kappingina skal tó ikki skiljast sum ein krígsavbjóðing til kappingarneytarnar.
- Verandi marknaðarpartur er hóskandi fyri okkum. Vit skulu fyrst og fremst vaksa við natúrliga vøkstrinum í samfelagnum, so má hitt koma afturat. Men jú, vit skulu eisini taka kundar frá hinum, tað er jú partur av tí at kappast, sigur Janus Petersen.

Satsar smátt
Sambært Janusi Petersen er stóri málbólkurin hjá BankNordik fyrst og fremst tey, sum á bankamáli verða definerað sum ”smærri kundar.” Tað eru kundar, hvørs fíggjarligu sambond við bankan eru minni enn ein millión evrur, sjey milliónir krónur.
- Umleið 60 prosent av okkara kundum eru her. Privatfólk og smærri og miðalstórar fyritøkur. Tað gevur stóra spjaðing og harvið minni vanda fyri stórum tapum. Hinvegin krevur ein stórur kundaskari meira arbeiði av okkum, men hetta er so okkara strategi, sigur Janus Petersen og peikar aftur á tapsvandan:
- Aðalmálið er sjálvandi at avmarka tapini mest møguligt. Tapini hava ligið niðan fyri eitt prosent av samlaðu útlánunum. Men tapini skulu longur niður, sigur hann.

Vøksturin
Úr stjórastólinum hevur Janus Petersen síðstu árini hugt meira inneftir í bankan, heldur enn út eftir marknaðinum og kappingini har. Men har úti hevur tað, sambært bankastjóranum, eisini verið nokkso friðarligt síðstu árini.
- Vit hava upplivað eina friðarligt tíðarskeið við lítlum vøkstri, bæði altjóða og í Føroyum. Men tað kemur gongd á aftur, eingin ivi um tað.
Sambært bankastjóranum skal eitt sindur av toli tó til.
- Eg vænti neyvan ta heilst stóru broytingina í ár. Men vit síggja, at tað gongur væl nógvastaðni. Bæði í alivinnuni og pørtum av fiskivinnuni. Og tað setir ferð á aðrastaðni, sigur Janus Petersen.
Men enn ber ikki til at tosa um nakran hákunjunktur, og bankastjórin vil heldur ikki seta dato á, nær ein slíkur er væntandi.
- Vit merkja framvegis afturhaldni í búskapinum. Fólk og vinna eru varin, og onnur spara upp. Men tað skal nokk koma.
Nær verður tað?
- Tað kemur, tá tað privata er til reiðar til tað, svarar bankastjórin, sum ikki heldur, at eitt nú tað almenna skal skumpa meira undir fyri at framprovokera ein vøkstur:
- Nei, lat tíðina arbeiða fyri tí. Tað kemur gongd á aftur, eingin ivi um tað, ljóðar metingin frá Janusi Petersen.
Afturat øktu kappingini, har BankNordik sambært sær sjálvum skal út í meira hugaligar og stuttligar uppgávur, so er tað hendan búskaparvøkstur, ið bankin skal fáa sín part av. Og bankin er sambært sær sjálvum brynjaður til at bíða. Innanhýsis arbeiðið, venjingin undan kappingini, er gjørt.
- Ja, vit hava gjørt okkara arbeiði, bygnaðurin er komin uppá pláss, og vit koma tí ikki út í støður, har vit skulu stongja fleiri deildir, sigur Janus Petersen.
Innanhýsis justeringar og tillagingar vil forstjórin ikki avvísa, men stóru linjurnar eru teknaðar upp.


..

FAKTA – BankNordik um sítt egna úrslit fyri 2012

BankNordik kunngjørdi týsmorgunin roknskapin fyri 2012. Úrslitið gjørdist 121 milliónir krónur í yvirskoti fyri skatt. Tað eru 90 milliónir krónur betri enn í 2011.

Árið 2012 var í BankNordik sermerkt av samansjóðingini av yvirtikna virkseminum frá Amagerbanken og tillaging av virksemi bankans. 2012 gjørdist tó eisini fyrsta árið, har bankin av álvara heystaði ágóðarnar av stóru íløgunum, ið eru gjørdar uttanlands seinastu árini.

Eftir stórar útreiðslur til samansjóðing av nýggja virkseminum í fyrra hálvári, gav danska bankavirksemið avlop seinna hálvár. Samstundis hevði bankavirksemið í Grønlandi stóra framgongd.

- Úrslitið er í samsvari við tær væntanir, ið vit høvdu við ársbyrjan í fjør, hóast tær tá kanska tóktust vera høgar. Ætlanir okkara eru framdar í verki, og úrslitini vátta, at vit eru á rættari leið, sigur Janus Petersen, forstjóri.

Bankin rekur tvey tryggingarfeløg, ið hava ein marknaðarpart á 25 % í Føroyum og 15 % í Íslandi. Tryggingarfeløgini høvdu ein mildan vetur við fáum skaðum og góvu samanlagt eitt úrslit á 47 mió. kr. fyri skatt í 2012.

- Raksturin er støðugt betraður seinnu árini, og eg eri stak væl nøgdur við úrslitini í okkara tryggingarfeløgum, sigur Janus Petersen.

Um vónirnar fyri 2013 sigur BankNordik millum annað:

Búskaparvøksturin og harvið lánshugurin væntast at verða av-markaður í 2013, og tí væntar bankin, at útlánini fara at minka við 2 %. Í Føroyum hómast ein ávísur búskaparligur framtakshugur, men føroysku húskini fara væntandi í stóran mun at taka realkredittlán, og tí verður útlánsvøksturin avmarkaður. Frá komandi ári fær bankin eina eyka útreiðslu á 23 mió. kr. árliga til innskjótaratrygdargrunnin. Hinvegin væntar bankin, at niðurskrivingarnar verða lægri enn í 2012. Úrslitið fyri virðisjavna og skatt væntast tí at verða 130-160 mió. kr. í mun til 102 mió. kr. í 2012.

Á aðalfundinum í BankNordik 26. mars fer nevndin at mæla til, at partaeigararnir fáa 10 milliónir krónur í vinningsbýti.