Nevndin í P/F Trygd hevur sett Janus Thomsen sum stjóra í felagnum.
Janus Thomsen hevur starvast hjá P/F Trygd í 6 ár.
Síðani 27. mai 2011 hevur Janus Thomsen virkað sum konstitueraður stjóri hjá felagnum, eftir at Jean Djurhuus segði seg úr starvi.
Umframt stjórastarvi, hevur Janus Thomsen røkt fleiri ymisk deildarleiðarastørv hjá P/F Trygd. Millum annað hevur hann verið marknaðarleiðari, leiðari fyri privatkundaøkið, og leiðari fyri samanløgdu Privat og Vinnudeildina.
Janus Thomsen, ið er 33 ára gamal, er ættaður av Toftum, har hann eisini er búsitandi.
Hann er útbúgvin Cand.merc á Copenhagen Business School, við sergrein í marknaðarføring, samskifti og leiðslu.
Janus Thomsen tekur við stjórastarvinum beinanvegin.