- Tað gongur væl, og tað er framvegis nógvur fiskur at fáa. Nú hevur streymurin verið harður, men vit gjørdu tríggjar túrar í síðstu viku, og teir royndust allir væl.
Tað sigur Janus Sørensen á Viðareiði, sum eigur og rekur útróðrarbátin Brand. Teir fiska bara við línu. Tríggir mans eru umborð og tveir í landi, og egnt verður í Norðdepli. Krumptappurin undir egningini eru tilkomnir menn. Ungdómurin egnir viðhvørt, men tey eru meira ódrúgv, verður sagt.
- Jú, tað er framvegis nógvur fiskur at fáa. Nú hevur streymurin verið so harður, men vit gjørdu tríggjar túrar í síðstu viku, og teir royndust allir væl, sigur Janus Sørensen, sum vísir á, at hesa tíðina av árinum plagar vanliga lítil fiskur at vera at fáa, men soleiðis var ikki hesar seinastu útróðrardagarnar hjá Brandi.
Teir tríggir túrarnir í síðstu viku góvu ávikavist 5.600, 8.500 og 9.500 pund hvør - á 45 stampum hvørja ferð. - So, vit kunnu ikki lata illa at. Meginparturin av veiðini var góð hýsa, og umleið ein triðingur av veiðini var toskur.
Janus Sørensen sigur, at teir royndu lutfalsliga stutt norður úr Viðoynni, einar tríggjar til seks fjórðingar úr landi. Menn, sum kenna til fiskiskap og vita, hvussu hýsa plagar at hátta sær, siga, at fiskurin tekur land tíðliga á sumri.
Skiparin á Brandi sigur eisini, at viðhvørt kunnu setur eftir hýsu roynast væl um sumrarnar – bæði nær landi og enntá millum oyggjarnar. - Vit plaga vanliga at royna, til juni mánaði er lagdur aftur um. Síðan plaga vit at leggja stilt til út í hálvan august ella so, sigur hann.
Útróðrarbáturin Brandur, sum er 30 tons stórur, hevur í fleiri ár hevur ligið í oddinum millum føroyskar útróðrarbátar í bólki 4A. Á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík hevur Brandur einar 7-8 ferðir seinastu 12-15 árini fingið heiðursløn sum besti útróðrarbátur í sínum bólki.
Spurdur, hvussu gongdin annars hevur verið í ár í mun til somu tíð í fjør, sigur Janus Sørensen, at veiðivirðið í fyrsta fjórðingsári í ár er umleið eina miljón hægri enn somu mánaðir í fjør.
- Tað er stuttligt, at útróðurin aftur er farin at roynast. Tað vóru ár, har tað var strævið at fáa samanhang í raksturin. Tí er tað gleðiligt, at raksturin nú er í lagi, sigur Janus Sørensen.











