Forstjórin í Føroya Banka, Janus Petersen, seldi í dag meira enn helvtina av sínum partabrøvum í Føroya Banka Í fráboðan til keypsskálarnar sigur Føroya Banki, at Janus Petersen hevur selt 22.500 partabrøv í Føroya banka í keypsskálanum í Reykjavík fyri miðalkursin 160.
Eftir søluna eigur Janus Petersen 15.466 partabrøv eftir í Føroya Banka. Hann hevur sambært hetta selt partabrøv fyri okkurt um 3,6 milliónir krónur. Tá ið Føroya Banki fór á partabrævamarknaðin var kursurin 189, so eftir hesum hevur Janus Petersen mist góðar 650.000 krónur við søluni.
Fyri einum mánaði síðan seldi hin stjórin í Føroya Banka, Súni Schwartz Jacobsen, eisini bróðurpartin av sínum partabrøvum í Føroya Banka.