Janus Petersen fekk 9,6 milliónir fyri at fara frá sum stjóri

Fyrrverandi stjórin fór verri enn so tómhentur úr bankanum

Janus Petersen fekk 9,6 milliónir krónur fyri at fara frá sum stjóri í BankNordik fyri stuttum.

 

Tað skrivar Finanswatch.

 

Bankin boðaði frá í morgun, at úrslitið er ikki heilt so gott í higartil ár, sum tað hevur verið.

 

Finanswatch skrivar, at ein orsøk er, at lønarútreiðslurnar eru hækkaðar, men nevnir eisini, at tað telur somuleiðis við í roknistykkinu, at tað kostaði bankanum 9,6 milliónir krónur at gera fráfaringaravtalu við Janus Petersen um at fara frá sum stjóri fyri stuttum.