Janus og John og Vivian komu víðari

Tað vóru Janus Wiberg Mortensen og duettin John Holm og Vivian Skyt, ið komu víðari í undanumfarinum av Ársins Songrødd á Tvøroyri leygarkvøldið Sjey luttakarar vóru í øðrum undanumfari av Ársins Songrødd, ið var á Tvøroyri leygarkvøldið. Men bert tvey kundu tryggja sær pláss í finaluni og tað gjørdust Janus Wiberg Mortensen og John Holm og Vivian Skyt.

Talan var um eitt undanumfar, har allir luttakarar kláraðu seg rættiliga væl. Janus sang Iglesias lagið Hero, og tað gjørdi hann so væl, at hann kom víðari. John og Vivian sungu duett og tað var lagið Picture. Eisini tey megnaðu at koma víðari til finaluna, ið verður 3. mai.