Eitt spennandi kappingarár bíðar Janusi Dam Djurhuus og Dánjali Ragnarssyni í ÍBV í bestu íslendsku hondbóltsdeildini.
Umframt íslendsku landskappingina og steypakappingina skulu teir í ÍBV eisini royna seg í Europa Cup kappingini .
Í fyrsta umfarinum í Europa Cup kemur ÍBV at spæla báðar dystirnar, og sleppur undan at ferðast. Báðir dystirnir móti ísraelska liðnum, HC Holon vera leiktir á heimavølli á Heimey.
Dystirnir vera leiktir leygarkvøldið 10. september og sunnukvøldið 11. september.