Janus Norðberg vann

Hann hevði ein góðan leygardag, men sunnudagin stóð óskar Eiríksson seg best

Farna vikuskifti var ein av teimum stóru kappingunum hjá Tórshavnar Golffelag á golfvøllinum á Glyvursnesi.


Talan er um Tórshavn Open, ið er ein kapping yvir tveir dagar.
Átta luttakarar vóru, og endin var, at Janus Norðberg vann kappingina framman fyri Óskari Eiríksson og Eyðun av Reyni.

Janus hevði ein góðan dag leygardagin, meðan Óskar var tann, ið kláraði seg best sunnudagin.

Eftir at hava spælt 36 hol gjørdist úrslitið tað, at Janus Norðberg vann kappingina við 177 sløgum, trý sløg framman fyri Óskar Eiríkssonk sum brúkti 179 sløg. Eyðun av Reyni gjørdist nummar 3 við 184 sløgum.

 

Á myndini eru tað Óskar Eiríksson vinstrumegin, Janus Norðberg í Miðjuni og Eyðun av Reyni høgrumegin.