Janus letur upp gallarí í Havn

Í dag, fríggjadagin letur Jan­us á Húsagarði upp nýtt gall­arí í Jansstovugøtu 10 í Havn. Opið verður frá 16 til 19 við málningum og plak­at­um, t-shirts, postkortum og bók­um, sum listamaðurin hev­ur málað og teknað.

Listamaðurin er fødd­ur í Havn 13. desember 1975. Hann er ólærdur list­­a­­maður, men hevur tekn­að síðan hann var smá­drong­ur.

Janus hevur havt hópin av lista­fram­sýn­ing­um runt í Føroyum, Ís­landi og Dan­mark. Hann hev­ur eisini teknað fleiri bøk­ur, pla­k­atir, lýsingar, fløgu­hús­ar, og hann hevur tekn­að í barn­a­sjón­varpi og und­ir­víst í tekn­ing í Norð­ur­landa­hús­i­num og í skúlum runt um í Føroyum.

Í 2012 gekk Janus fýra mán­aðir í listaháskúlanum í Hol­bæk í Danmark. Hann fekk Barn­a­bókaheiðursløn Tórs­havn­ar býráðs í 2010 og Gáv­u­góðs úr Grunni Thor­valds Poulsen av Steinum í 2013.
Gallaríið fer at hava op­ið hvønn fríggjadag frá klokk­an 11 til 17, og í summar er ætl­an­in at hava opið hvønn dag.

– Øll eru hjartaliga væl­kom­in til ferniseringina, har Uni Debes fer at spæla nøk­ur løg, siga tey, sum standa aftan fyri framsýningina hjá Janus á Húsagarði.