Við Janusi Kamban er eitt tíðarhvarv, ein epoka, endað. Við deyða Janus Kambans er tann seinasti av einum framúrskarandi ættarliði av føroyskum listafólkum farin um sýn. Janus hoyrdi til tað fyrsta ættarliðið av yrkislærdum føroyskum listafólkum. Mikines, Elinborg Lützen og Janus Kamban vóru millum tey fyrstu, ið fóru av landinum at nema sær listarliga útbúgving á Kongaliga danska listaakademinum. Janus vildi frá ungum árum gerast listamaður og varð í hesum ynski sínum stuðlaðar væl av sínum foreldrum og sínum heimliga umhvørvi. Hann fór ungur til Danmarkar og í 1932 varð hann tikin inn á Listakademiið, har hann hevði navnframar lærarar.
Janus Kamban gjørdist undangongumaður at menna og fremja føroyska list og at stuðla yrkisligu myndlistini. Hann var við til at stovna Listafelagið í 1941 og millum fremstu stuðlar, tá Listaskálin, seinni Listasavnið, varð sett á stovn. Janus hevði framúr listaligar gávur og eftir hann eru standmyndir og grafisk verk á hægsta listarliga støði. Hann var, sum rámandi verður tikið til í minningarorðum frá Listasanvinum, ein av teimum slóðarum, sum við margfeldi sínum góvu teirra íkast til, at tað kyknaði upp eitt medvit um virði av myndlisitni og týdningi hennara fyri tann føroyska listarliga samleikan. Grafisku verk Janusar hava eitt tíðarleyst einfeldi, sum enn í dag eru fyrimyndarlig. “Stramma” skapið á høggmyndini lyftir gerandismyndevnið upp í ein annan heim. Við kærleika og við eyga fyri vakurleikanum í gerandisdegnum og virksemi hjá vanligum menniskjum hevjar hann hesi evni til stóra list. Vit loyva okkum at gera hesi orð til okkara og mongu munnu vera samd í, at við Janusi er ein av okkara mætastu mentamonnum farin í søguna.
Janus var vegarin og stuðulin hjá ungum listafólkum. Hann var samstundis tann einstaklingur í síni tíð, ið best dugdi at fáa áskoðaran, almenningin at fata týdningin av góðari list. Hansara serstaki hugburður, hansara humor og hansara krøv til listina og listafólkið hava havt stóran týdning fyri menningina av føroyskari list og fyri virðingina fyri skapandi listafólkum. Motivini eru oftast úr gerandislívinum, sum við listarligu evnum Janusar vórðu lyft upp á eitt hægri støði – hann lærdi okkum at síggja tað vakra í tí einfalda og gerandisliga.
Janus Kamban var alt sítt vaksna lív politiskt áhugaður og sum ungur nýtti hann blað okkara sum málgagn, har hann í felag við øðrum føroyskum intellektuellum gjørdi beinraknar viðmerkingar til samfelagsligar skeivleikar og órættvísi. Hann var hugdjarvur og fylgdi væl við og varðveitti til tað síðsta sína grundleggjandi heimsáskoðan og fylgdi væl við í heimligum eins væl og alheimsligsligum vandamálum. Janus var komin til høgan aldur og kundi við góðari samvitsku leggja frá sær. Eftir hann verður ikki eldsløkkingur, tí hann hevur meira enn nakar annar birt upp undir listarliga virksemið í Føroyum og eigur hann sín part av æruni fyri, at myndlist í Føroyum støðugt mennist og blómar.









