07 Vestur skrivar soleiðis á heimasíðuni nú seinnapartin:
Nú er tað greitt, at Janus Svabo Samuelsen heldur fram í 07 Vestur. 23-ára gamli miðvingurin kom vestur aftur í summar eftir tvey ár í útlegd.
Janus er uppvaksin í MB og hjá okkum í 07 Vestur, men hevur eisini verið eitt ár í Brøndby, har hann var til at vinna DM. Afturkomin úr Danmark á sumri í 2016 var hann sum 17 ára gamal fyri fyrstu ferð á besta liði okkara, og tá spældi hann 7 dystir og skoraði 3 mál.
Tá 07 Vestur í 2018 flutti niður í 1. deild, flutti Janus inn á Skála og síðan til AB, har hann leikti í 2019 og 2020. Hetta seinna árið í AB gekst ikki væl í hond, og Janus var nærum ikki at síggja á vøllinum eftir summarsteðgin og til í summar, tá hann kom vestur aftur.
Bóltsterki og klóki miðvallarin sær tó út til at hava fingið trúnna uppá seg sjálvan aftur, og vit byrjaðu at síggja tann rætta Janus aftur móti endanum av kappingini. Og einki er at ivast í, at Janus hevur nógv at bjóða í 07 Vestur komandi árini.
Tilsamans hevur Janus spælt 98 dystir í Betri Deildini, nakrar í 1. deild og so eisini 23 ungdómslandsdystir í aldursbólkunum U17, U19 og U21.











