1. partur
Tað hevur verið trupult hjá mongum at hugsa sær til, at tað skal kunna bera til hjá einum einsamøllum húski at búgva á eini oyggj, sum er so illa atkomandi. Eitt er, hvat ið kann gerast í dag, men so at hugsa sær til, at hetta eisini kundi bera til í eini tíð við snøgt sagt ongum hentleikum.
Men hvussu var at búgva í Dímun? Vit hava hitt tann 86 ára gamla Janus í Dímun, sum hevur búð nærum alla sína tíð í oynni, og sum hevur upplivað allar broytingar, sum hava verið í Dímun.
Frásøgnin hjá Janusi er beinagrindin í hesi røð. Onkur ískoyti eru til frásøgnina hjá Janusi. Hetta er fyrst og fremt úr bókini hjá Johannes Johannessen á Toft um “Hús og húski í Dali” við ískoyti um “ættarbond og brot úr Dímunar søgu.” Eisini er millum annað tikið úr grein hjá Sverra Patursson við søgubrotum úr Dímun.
Byrjar við Brestir og Beinir
Stóra Dímun er 2.65 Km2 til støddar. Hæddin er 395 m á Høgoyggj. Sjálv bygdin liggur í um 100 metra hædd.
Tað fyrsta vit vita um Dímun er frá Føroyingasøguni. Har verður skrivað um Brestir og Beinir, og um drápið á teir. Tað fór fram niðri á Rakhellu, ið er hellan undir Kleivini, sum er uppgongin upp til Dímunar.
Eisini verður skrivað um viðurskiftini aftaná, tá ið Øssur Leivsson stýrdi oynni, og tá ið hann av hevndarorsøkum bleiv myrdur av Sigmundi Brestissyni. Hetta kenna vit aftur í Brestirskvæði og Sigmundskvæði eldra.
Men øldirnar aftaná er ikki nógv at frætta av oynni.
Men í 1539 teknar svenskarin Olav Magnus eitt kort av Føroyum. Á tí eru níggju oyggjar. Streymoy er minsta oyggin og Stóra Dímun er tann størsta sambært hesum korti.
Annika í Dímun
Tann fyrsti bóndin í Dímun, vit vita navnið á, er Skógangs Jógvan. Hetta hevur verið onkuntíð millum 1570 og 1590. Hann var giftur og átti son og dóttir. Sonurin æt Tróndur. Hann var dugnaligur og sterkur, men latur. Konan doyði, og Jógvan giftist aftur við Anniku, dóttir Tummas Jørundson, sýslumann á Sandi. Hetta var ímóti hennara vilja. Hon var longu trúlovað við Sjúrð, húskalli hjá pápanum.
Men tey fingu ein son sum kallaðist Lýðar, og hann gjørdist av raskastu monnum. Søgan um Anniku er annars væl kend. Hon beindi fyri manninum, sum hon varð noydd at gifta seg við. Annika vardi borg á Dímun saman við Sjúrði men varð at enda svikin av honum og tikin. Hon varð druknað á Havnarvág í 1589.
Tá verður pápi Anniku ovasti myndugleiki á oynni, og Tróndur bleiv uppsitari.
Annika hevur í nútíðini fingið eitt slag av hetjustøðu í Føroyum. Í dag hava vit aftur eina “Anniku í Dímun.” Hon er dóttur Ritleif, hálvbeiggja Janus.
Hargabrøðurnir skoyttu ikki um Dímun
Fyri at hava rikið írskar sjórænarar til rýmingar fingu Hargabrøðurnir í Sumba í 1612 boðið Stóru Dímun. Teir taka ikki av. Eftir at hava róð kring oynna, halda teir ikki eins nógvan fugl vera á Dímun sum í bjørgunum í Sumba.
Eftir hetta komu teir báðir Sørin Díðriksson úr Kollafirði og Rasmus Johannesen úr Klæmintsstovu í Dali til Dímunar. Teir festu ikki, men teir høvdu oynna í ein seks ár.
Fyrsti Janus í Dímun
Janus greiðir frá:
Okkara ætt í Dímun byrjaði í 1807 við tí fyrsta Janusi, tipoldurabbi mín. Tá komu beiggjarnir Janus Olesen, f. 1775, og Sørin Olesen f. 1780 higar úr Sumba.
Dímun var mannleys tá, og eingin var at seta við. Oyggin hevði tí verið boðin út, og brøðurnir báðir høvdu so søkt.
Meiningin var, at teir skuldu báðir festa oynna. Janus var so farin til Havnar tann 10. august 1807 til at festa fyri báðar. Men hann kom aftur og hevði tá einsamallur fest alla oynna. Tað eru tvær søgur um hetta. Onnur er, at Janus lumpaði Sørin. Hin er, at Janus fekk at vita í Havn, at bert annar kundi festa, og so gjørdist tað hann sjálvur.
Janus bleiv so bóndin, meðan beiggin Sørin flutti av oynni til Dals. Eftirkomarar hansara er fólkið, sum eitur Sørensen millum annað í Húsavík og Trongisvági.
Janus varð eftir at vera komin til Dímunar í 1808 giftur við Gretu Jacobsen, f. 1787, dóttir Jákup á Miðgerði í Kollafirði. Soleiðis kom hetta fólkið inn í okkara familju.
Greta átti tá eina tvey ára gamla gentu, Elin, fødd í 1805. Hon fylgdi við til Dímunar. Hon giftist seinni við Jóannesi Jacobsen úr Stovuni í Skálavík.
Janus og Gretha vóru ófør fólk, dugnalig í allar mátar. Oyggin var farin í vanrøkt, men Janus var av raskastu monnum og fekk skil á oynna aftur.
Tey bæði fingu 7 børn. Tað elsta var ein genta, Elsupa f. 1809. Næstelstur var Óla Jákup f. 1810, oldurabbi, sum tískil var borin til festið.
Dímunar Jóannes
Eitt annað av teirra børnum skal nevnast her. Tað er Jóannes f. 1812. Hann giftist við Elsu Clementsen av Tanganum á Sandi, fødd í Havn. Tey búsettust í Skopun. Tað er ikki so nógv, sum er vitað um Jóannes, vanliga kallaður Dímunar Jóannes. Men hann og Elsa eru ættarfedrar til fleiri ættir, sum hava sett sær stór spor í Føroya Søgu. Fleiri av teimum eru umrødd í røðini Hendur ið Sleptu og eisini í øðrum av mínum greinum í Sosialinum.
Her skullu verða nevnd teirra børn:
1. Anna Elisabeth Johannesen, 1835, giftist við Andrias Andreassen í Havn, kallaður skræddarin í Dali.
Millum teirra børn vóru Jens í Dali, Napoleon í Dali, Johanna, sum giftist við Christoffer Ziska. Tey áttu millum onnur Andreas Ziska, Onna Margrethu, sum giftist við Sigmund Arge, Tominu, sum giftist við Andrias Jensen. Ein kendur eftirkomari hennara var listarmaðurin Janus Kamban.
2. Janus f. 1837, giftur við Onnu Elisabeth Joensen úr Skúgvi. Ein sonur teirra, kendur sum Jens Færeyingur, flutti til Íslands. Ein sonur hansara Oskar Jensen gjørdist 102 ára gamal. Hann doyði í fjør.
3. Anna Margretha f. 1840. Giftist við Georg Lindenskov, politist í Havn. Dóttir teirra Beata giftist við Andrass Samuelsen, Føroya fyrsti løgmaður.
4. Frederikka f. 1843. Giftist við Símun Petur Rasmussen úr Koltri. Tey fingu seks børn.
5. Klæmint f. 1847. Giftist við Marionnu Joensdatter. Tey fingu tríggjar synir Klæmint, Johan og Rudolf.
6. Inga f. 1850. Giftist fyrst við Kristian Johan Sivertsen og síðan við Isak Hendriksen av Kirkju. Hon fekk níggju børn. Tey sjey børnini í seinna hjúnarlagi fingu navnið Isaksen, og er hetta er sera kend ætt í Norðoyggjum við skiparum og reiðarum. Her skuldu bert vera nevndir tveir, Jens Klæmint Isaksen og Eiler Jacobsen.
7. Jóan Jakku f. 1853. Hann giftist við Elsupu Lukassen úr Skopun. Tey fingu trý børn.
Tey sum hava áhuga fyri hesum partinum av Dímunarættini, kunnu fara inn á www.fiskimannafelag.fo pdf. fílur av FF-blaðnum nr. 369.
Jóannes søkti eina ferð um at festa Lítlu Dímun og ætlaði at búseta seg har. Men hetta fekk hann ikki loyvi til, tí har var so ikki búgvandi.
Fyrsti hentleikin
Emil Løbner var Føroya fyrsta amtmaður fyrst í 19. øld. Hann hevur ringt orð á sær fyri hansara jánkasliga atburð, tá ið Havnin varð álopin av Brillumannin.
Men á øðrum økjum var hann ikki so galin. Hann skipaði fyri høgdum trappum og tógverk til gelendara á Stóru Dímun. Tað lætti nógv um, hóast tað framvegis bæði var strævið og vandafult at koma uppá oynna.
Óla Jákup, oldurabbi, tekur við
Men Janusi varð ikki langt lív lagað. Tá ið hann hevði havt oynna í 13 ár doyði hann í 1820, 44 ára gamal av sjúku. Tað sigst, at hann doyði av overving.
Greta giftist aftur í 1822 við Jógvan Johannesen úr Dalsgarði í Skálavík. Greta vildi ongum lata festið uttan elsta soninum Óla Jákupi. Jógvan bleiv tískil bóndi inntil Óla Jákup oldurabbi kundi taka við.
Viderø prestur var langabbasonur teirra. Hann greiðir frá, at Jógvan var raskur sum bóndi og gudrøkin maður. Áðrenn hann fór til Dímunar, var hann røktingarmaður í Norðastahaga í Skálavík. Hendan hagan, ið hevði ligið í órøkt, fekk hann upp aftur á føtur. Hjúnarlagið við Gretu var ikki gott. Hon helt lítið um hansara gudrøkni, og um at hann sang við børnunum, áðrenn hann fór í bjørgini ella til annað arbeiði. Hon skuldi tá taka til: “Eg meini, at hasin lítli látifuglurin er farin at syngja í morgun.” Hon rýmdi fleiri ferðir av oynni, men kom aftur. Hon endaði sínar dagar í Øravík. Jógvan varð verandi í Dímun, og har doyði hann í 1857.
Tey fingu tvey børn:
1. Jóannes f. 1822. Hann giftist við Árabo Viderø á Sandi, og tey búsettust undir Gerðabrekku í Skálavík. Tey fingu sonin Jógvan Mikal, sum er ættarfaðir til Viderø-fólkið.
2. Anna Margretha f. 1832. Giftist til Sands.
Óla Jákup datt oman
Óla Jákup tók við festinum tann 4. september 1830. Kona hansara var Guðrun Mortensen f. 1798 úr Trøðum á Sandi. Hon var 11 ár eldri enn hann
Tey áttu trý børn, tvær gentur og ein drong. Drongurin Janus doyði um 20 ára gamal av hálsasjúku, tað mann hava verið difteritus. Hann doyði á Tvøroyri og liggur grivin har.
Í 1840 vóru 19 fólk á Stóru Dímun. Tað vóru bóndahjúnini og teirra trý børn. Hini vóru ættarfólk og sjey tænastufólk.
Eftir at Janus doyði, vóru bert tær báðar døturnar eftir.
Vanlukkur hendu nærum ár um ár. Í 1845 fekk Tummas Johan Dalberg úr Sumba ein stein í høvdið og doyði. Abraham Abrahamsen úr Havn fall í bjørgunum í 1847, 29 ára gamal.
Og so hendi tað, at Óla Jákup datt oman á Dráttinum tann 10. november 1849, bert 49 ára gamal.
Janus beiggi hansara, sum búði á Tvøroyri, hevði verið í Dímun og smíðað. Eisini hevði hann umvælt kirkjuna. Vanlukkan hendi, tá ið hann fór avstað aftur.
Teir vóru við at taka ymiskt niður, sum skuldi sendast av oynni. Men maðurin, sum sat við línuna var óansin, og strok kom á línuna. Ein bukt kom um bóndan, so hann varð tikin útav og fór eftir høvdinum.
Tað 60 favna høga fallið á helluna niðri undir var ræðuligt. Kroppurin, sum kom standandi niður, smildraðist sundur.
Eingin troystaði sær rættuliga at fara oman á helluna at taka hin deyða bóndan upp, so illa, sum hann var farin. Men húskallurin Óla Jákup Johannesen úr Dali var av grovastu monnum, tiltikin róligur og nervasterkur.
Hann styrkti seg við brennivíni, tók so eina rekkjuváð, signaði seg og gekk tryggur og róliga oman Kleivina at savna líkið av bóndanum saman í rekkiváðina.
Náttina eftir kom bóndin í dreymi til hansara. Hann takkaði Óla Jákup fyri hansara vælgerð, men ein likamspartur var eftir, fremsti liður á aftasta fingri. Dagin eftir fer Óla Jákup aftur at leita, men finnir einki.
Somu nátt kom bóndin aftur í dreymi og segði við Óla Jákup, at hann skuldi ikki leita meira eftir fingrinum, tí hann var stokkin so langt inn í eina urð, at hann fanst ikki.
Tað segðist, at Rasmus, beiggi bóndan, mundi gjørt av við mannin, sum misti línuna, men fólk fekk lagt seg ímillum.
Nógvar vanlukkur
Tað hendu ótrúliga nógvar vanlukkur í Dímun. Tað eru ikki færri enn 23, sum eru deyð av vanlukku, meðan okkara ætt hevur verið í Dímun.
Ein vanlukka á landi var, tá ið Rudolf Jensen prestur fall í Kleivina tann 24. august 1874, 42 ára gamal.
Har presturin fór vóru 5-6 høgd trin. Hann gekk undan konuni. Tá hann er komin niður á slætt á ein pall, vendi hann sær at hjálpa konuni. Onkursvegna var hann áhaldsin og datt 30-40 favnar niður og doyði av fallinum. Klivin, har hann datt, varð seinni kallað Prestklivin.
Komandi partur
Sum lesarin sær, er Miðvikan frá hesum partinum av skorin niður í eina helvt. Í komandi parti verður millum annað greitt frá, tá ið oldurabbi Høgna Hoydal setti upp á Stóru Dímun undir sera dramatiskum umstøðum