Tað hendu fleiri broytingar í HB, beint áðrenn flytingarvindeygað læt aftur í gjárkvøldið. Umframt Christian Høgna Jacobsen, so fóru eisini Pætur Jørgensen (AB) og Bárður Mittelstein og Svend F. Jacobsen (báðir TB) úr felagnum. Allir fýra við leigusáttmála. Hinvegin koma tveir spælarar nú aftur til felagið. Vagnur Mohr Mortensen skiftir aftur til HB, eftir at hann hevur spælt nakrar dystir við AB, og Janus M. Joensen kemur nú aftur. Liðskiparin, sum í fjør lyfti FM-steypið, hevur verið burturstaddur í ár, men í heyst verður hann so aftur at síggja í barndómsfelagnum.