Januarmánaði í fjør var serliga slakkur

Hóast hagtølini frá Akstovuni benda á, at vit kunnu rokna við metstórari sølu av bilum í ár, so vísir ein gjøgnumgongd av sølutølunum seinastu árini, at tað valla verður soleiðis.

 

Í januarmánaði í fjør vóru seldir serliga fáir persónbilar – bara 92. Mánaðin frammanundan, desember í 2014, vórðu eldir 172 persónbilar, og mánaðin eftir, í februar í 2015 vórðu seldir 160 persónbilar. Sølutølini fyrr mánaðirnar rundan um januar í fjør líkjast meira sølutølunum fyri restina av árinum.

 

Ikki tí, hetta bendir ikki á afturgongd – men heldur á, at bilasølan kortini er á nøkulunda sama støði, sum í fjør.

 

Óvist er, hvør orsøkin er til slaku bilasølutølini fyri januarmánað í fjør, men um hugt verður eftir hagtølunum niðanfyri, so sæst, at júst januar í 2015 var serliga slakkur – og tað er júst tað, sum ger útslagið, tá hagtølini fyri januarmánað í ár verða borin saman við januar í fjør.

 

Soleiðis var sølan av persónbilum býtt á mánaðir árini 2012-2016:

  

 

Jan

feb

mar

apr

mai

jun

jul

aug

sep

okt

nov

des

Tilsamans

2016

139

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

2015

92

160

159

153

188

209

158

119

137

160

145

142

1822

2014

103

100

104

134

196

176

153

119

134

134

105

172

1630

2013

97

100

109

122

163

158

120

101

122

126

96

88

1402

2012

59

69

94

87

107

103

97

114

91

120

102

69

1112

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Miðal

98

108

117

124

164

162

132

114

121

135

112

118

 

 

Lesið eisini:Bilasølan vaksin við 61 prosentum