Jann legði upp til mál tá Hødd vann fyrra uppflytingardystin

Komandi leygardag verður avgjørt um Jann Julin Benjaminsen og liðfelagarnir í Hødd flyta upp í næstbestu deildina

Jann Julin Benjaminsen og liðfelagarnir í Hødd hava fyrimunin í uppflytingarfinaluni móti Arendal, men fyrimunurin er ikki stórur undan seinnu uppflytingarfinaluni í Arendal komandi leygardag.

 

Jann fekk 86 minuttir á vøllinum og legði upp til fyrra málið tá Hødd vann 2-1 á Arendal á heimavølli í dag. 

 

Tá 22 minuttir vóru farnir av dystinum legði Jann bóltin hegnisliga inn í brotsteigin har Robin Hjelmeseth stútaði bóltin í netið til 1-0. 

 

Magnus Nybakken Bruun-Hansen økti til 2-0 tá ein tími var farin, men tá eitt korter var eftir fekk Arendal minkað um munin til 2-1, og harvið er stórur spenningur til seinnu uppflytingarfinaluna, ið verður spæld komandi leygardag klokkan 14.

 

Tað var júst Arendal sum var orsøk til, at vit ikki fingu eina uppflytingarfinalu millum føroyingaliðini: Hødd og Egersund hjá Patriki Johannesen.