Tað var ein sera harmur liðskipari hjá B68, Jann Ingi Petersen, sum Tróndur Arge fekk orðið á aftaná 0-6 tapið ímóti HB fyri løtu síðani.
Jann Ingi helt, at hetta kundu teir gjørt mangan frægari, men hann undirstrikar, at nú ræður um at reisa seg til dystin ímóti Skála leygardagin.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Jann Inga Petersen. Fremst hoyrist frásøgnin hjá Tróndi av 6-0 málinum. Teitur Joensen varð viðmerkjari til frásøgnina á Rás2.