Jann Ingi skiftir til Skive

Jesper Larsen er ítróttarstjóri í felagnum.

 

- Eins og aðrir føroyingar er hann ein ramligur spælari við góðum bóltførleika. Hann hevur staðið seg væl undir venjing, og tað frøir okkum, at hann er knýttur at hópinum. Hann hevur royndir frá føroyska landsliðnum, men tað er torført at siga, hvørjum støði føroyska kappingin er á, sigur Jesper Larsen við bold.dk og leggur afturat, at teir hava framvegis ikki sæð Jann Inga Petersen undir dysti.

 

26 ára gamli Jann Ingi Petersen fekk sína fótbóltsuppaling á Toftum, og skifti til NSÍ undan kappingarbyrjan í 2009. Miðvallarin spældi við danska Fremad Amager í 2004.

 

Skive er nummar tólv í næstbestu donsku deildini í løtuni.