Jann Ingi: Reyða kortið ávirkaði nógv

(Ljóðsamrøða) B36-málverjin fegnast um at verða ósigraður eftir fimm umfør

Aftaná 4-2 sigurin á B68 á Toftum kundi ein fegin B36-málmaður, Tórður Thomsen fegnast um at hava 11 stig aftaná fimm umfør.

 

Liðskiparin hjá B68, Jann Ingi Petersen var sera harmur um tað reyða kortið danski verjuspælarin hjá B68, Mads Rosenberg fekk tíðliga í dystinum. Jann Ingi er ikki í iva um, at hetta fekk stóra ávirkan á úrslitið av dystinum á Toftum ígjár.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðurnar André Olsen hevði við Tórð Thomsen og Jann Inga Petersen aftaná dystin millum B68 og B36.