Jann Ingi: Alt kann henda í hálvfinaluni

At yvirliva í effodeildini er týdningarmikið, men B68 fer at stríðast fyri finalusessinum

Aftaná spennandi fjórðingsfinaluni millum B68 og ÍF á Svangaskarði á Toftum, sum B68 vann 4-3 fekk Tróndur Arge orðið á liðskiparan hjá B68, Jann Ingi Petersen.

 

Jann Ingi er fegin um, at hann og liðfelagarnir reistu seg aftur, aftaná lemjandi 0-4 tapið ímóti HB á Svangaskarði farna sunnudag. Tað verður júst HB, sum B68 skal møta í tveimum hálvfinalum. Fyrst á heimavølli, mikukvøldið 4. juni og so í Gundadali í Havn, mikukvøldið 18. juni. 

 

Hóast HB verður ein stórur biti, so er Jann Ingi við gott mót. At yvirliva í effodeildini er tað týdningarmesta hjá B68, men nú tá teir eru so nær við at røkka finaluni í kappingini um løgmanssteypið fara teir at streingja á at røkka hesari.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI og hoyr tað, sum Jann Ingi Petersen segði við Trónd Arge aftaná dystin. Fremst í ljóðbrotinum hoyrast 4-2 málið hjá B68, og 4-3 málið hjá ÍF. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2. Ólavur Larsen var viðmerkjari.