Hóast leysasøgur vilja vera við, at Dmitrije Jankovic skuldi koma aftur til Føroya, er nú staðfest, at so verður ikki. Serbiski miðverjuleikarin, sum seinnu árini millum annað hevur spælt við VB/Sumba og B36, hevur longt avtaluna við FK Sevojno úr Serbia, sum bindir hann at felagnum fram til summarsteðgin. Dmitrije Jankovic skifti til FK Sevonjo í november í fjør.