Jane Tennison verður dripin

Í summar hevur kriminal løgreglukvinnan Jane Tennison verið gestur í føroysku stovunum fleiri ferðir um vikuna, tí Sjónvarpið hevur endursent allar sendingarnar við hørðu kvinnuni, ið loysir morðgátur.



Í næstum fer ITV fimtanda ár á rað at taka upp 4 tímar langa minisendirøð um Jane Tennison, ið øll árini er spæld av Hellen Mirren. Í gjár avdúkaði Hellen Mirren, at hetta verður síðsta umfarið av sendingini Prime Suspect.
- So vítt sum eg veir, so er hetta endin á Jane Tennison. Men hvør veit hvat henda kann, kanska kemur hon aftur frá teimum deyðu, á Guð, gloym at eg segði hatta!, segði Mirren við The Sun.
Hon greiddi frá, at ætlanin við Prime Suspect øll árini hevði verið, at skapa sjónvarp, ið hevði trúvirði.
- Tí er tíðin eisini komin at gevast nú, segði Mirren við tíðindablaðið.