35 ára gamla Jancy er úr Klaksvík, men hevur verið búsitandi í Danmark seinastu 10 árini.
Hon tók útbúgving sum sosialráðgevi á Den Sociale Højskole í Odense í 1993. Síðani tá hevur hon starvast ymsastaðni á Fjóni. Fyrstu árini arbeiddi hon hjá Fyns Amt, og fekst við tað, tey rópa distriktspsykiatri. Hon hevur eisini arbeitt við aktivering av ungfólki, og seinastu fimm árini hevur hon fingist við flóttarfólk, sum koma til Danmarkar.
Hetta starvið hevur verið hjá Odense kommune, og uppgávan hjá Jancy hevur verið at tikið sær av flóttarfólkum, sum eru send frá Dansk Flygtningehjælp og til eina serliga deild á Fjóni. Seinastu tvey árini hevur Jancy tikið ímóti flóttarfólki, sum eru komin beinleiðis úr ymsum kreppuøkjum kring heimin.
Eftir útbúgving og starvsroyndir í Danmark seinastu 10 árini, er Jancy nú sett sum leiðari av nýggju sosialu deild hjá Klaksvíkar kommunu. Afturat sær hevur hon fimm starvsfólk.
Jancy er gift og eigur tvey børn.








