Jana og Viborg vunnu - Maria var toppskjútti hjá Horsens

Liðið hjá Maritu Mortensen tapti stórt

Trý føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg vunnu á heimavølli í BIOCIRC Arena 34-29 á Sønderjyske. Avrikið hjá Viborg var serliga gott í fyrra hálvleiki. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri við sjey málum, 22-15.

 

Jana skoraði fimm mál upp á níggju málroyndir, og var triðbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Harumframt legði Jana upp til tvey mál (assist), og hon vann eisini liðnum tvey brotskøst.

 

Viborg er nummar fimm í deildini við 22 stigum.

 

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens taptu í torførum útidysti tepurt 27-29 fyri Ikast. Í steðginum var Ikast á odda 15-14. 

 

Maria avrikaði væl. Hon skoraði fimm mál upp á seks málroyndir. Harumframt legði hon upp til eitt mál, og vann liðnum eitt brotskast. Maria var sambært hagtølunum mest effektivi leikarin hjá Horsens í kvøld.

 

Horsens er nummar 10 í deildini við 10 stigum. Bert eitt stig skilir tær frá gylta áttanda plássinum, ið gevur atgongd til endaspælið aftaná lokið grundspæl. 

 

Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ fingu heiðarin at spæla heimadyst frammanfyri 1.600 áskoðurim í Farum Arena. Á vitjan var stórliðið, Team Esbjerg.

 

Esbjerg vann stórsigur 36-18. Í steðginum vóru esbjergensarnir frammanfyri við átta málum, 17-9.

 

Marita hevði heilar 10 málroyndir, men tíverri sótu bara tríggjar í netinum.

 

HØJ er nummar 11 í deildini, og hevur eins og Horsens 10 stig.