Jana vann gull í 200 metrar firvald

OYGGJALEIKIR: Jana Thomsen hevur fyri løtu síðani tryggjað sær oyggjaleikagull í 200 metrum firvaldarsvimjing

Tað regnar við føroyskum gulli í svimjihøllini í Visby í Álandi. Nú eru trý gullheiðursmerki tryggjaði.

 

Fyri løtu síðani vann Jana Thomsen gull í 200 metrar firvaldarsvimjing. 

 

Aksel V. Johannesen, løgmaður er heppin. Hann skal handað trý sett av heiðursmerkjum, og í øllum trimum førum er talan um føroyskar gullvinnarar. Jana Thomsen í 200 metrar firvaldarsvimjing, Sára Nysted í 100 metrar blandað, og Óli Mortensen í 400 metrar frí.