Jana setur stevnuna

Á summum stevnum er vanligt at tær verða settar beint undan kappróðrinum

Á Sundalagsstevnuni í Hvalvík verður stevnan sett longu fríggjakvøldið kl. 19.

Tað verður bygdaráðslimurin úr Hvalvík, Jana Mouritsen sum fer at seta stevnuna.

Við hetta høvið spælir Eiðis Ljómfelag.



Tobbi talar á midnátt 

Eingin stevna uttan eina samkomu á midnátt.

Soleiðis verður eisini í Hvalvík, har løgtingsmaðurin, Torbjørn Jacobsen fer at halda røðu.

Aftaná hetta verður fýrverkarí.