Jana H. Dalsgaard 50 ár

Mánadagin, hin 24. oktober, verður Jana H. Dalsgaard 50 ár. Jana er dóttir Fríðbjørg og Andreas Højgaard í Rituvík. Hon er gift við Egili Dalsgaard, sonur Sigrun og Viggo Dalsgaard í Skálavík. Tey eiga synirnar Hall og Andreas.

Jana er næstelst av 8 systkjum, har pápin meginpartin av barnaárunum sigldi úti. Tí kom hon sum elsta systir tíðliga at kenna til, hvat tað merkir at hjálpa til í einum húsarhaldi á bygd. Hon fór altíð stillisliga um; men har Jana var, visti tú, at har var góð manning: inni til tað húsliga, úti til hoygging, velting og annað uttandura arbeiði. Jana hevur altíð verið eitt álitisfólk, har hon var stødd - dúglig og arbeiðssom. Hon tók realskúlaprógv á Glyvrum í 1972, studentsprógv í Hoydølum í 1976. Var síðan vikarur í Eysturskúlanum í eitt ár. Haðani gekk leiðin í 1977 á Sjúkrasystraskúla Føroya, har hon leyk prógv í 1981. Innan hetta yrki hevur Jana - eins og so mangar aðrar føroyskar sjúkrasystrar - tikið mangt ódnartakið. Hon starvaðist á Landssjúkrahúsinum í mong ár og var álitiskvinna í eitt longri tíðarskeið. Arbeiddi eisini í eitt áramál í viðtaluni hjá Petur Højgaard, kommunulækna í Tórshavn. Jana las løgfrøði við Århus Universitet í eitt ár og hevur eisini lisið løgfrøði við fjarlestri.
Hon varð vald inn í nevndina í Felagnum hjá Føroyskum Sjúkrarøktarfrøðingum, har hon hevur tikið við 2. skeiði sum formaður í felagnum. Her hevur hon fingið brúk fyri øllum sínum góðu eginleikum: sinnilig og skilagóð, hugsar seg væl um, áðrenn hon handlar. Tá ið so handlast skal, hendir tað við fastari hond og stórari viljastyrki. Hetta gerst í hesum døgum alt meira neyðugt fyri fakfelagið, tí t.d. hetta árið hevur sýnt, at har leggjast bæði gribbar og sjakalar á sjúkrarøktarfrøðingarnar, tá ið ein kjansur er. Jana hevur - saman við nevndini - klára væl at vart borg, tá ið harðast hevur leikað á. Týdningarmesta samráðingarúrslitið hjá Janu er ivaleyst, at komandi føroyska sjúkrarøktingarfrøðinga-útbúgvingin er viðurkend at hava bachelor- stig. Eitt úrslit, ið kemur at lyfta ein stóran part av føroysku útbúgvingarskipani eitt sera týðandi stig fram á leiðini at fáa hægri fakligan førleika inn í alt samfelagið. Vit eru tí mong, ið ynskja Janu eitt stórt tillukku á komandi ST-degnum, hin 24. oktober.

Dánjal Petur