Jan vil royna nýggj hugskot

? Vit skulu royna at hugsa øðrvísi og ótraditionelt, nú postverkið skal rekast sum partafelag, sigur nevndarformaðurin í P/F Postverk Føroya

Jan Danielsen fær ein lyklaleiklut, tá ið í føroyska postverkið skal leggjast um til at virka sum eitt partafelag. Hann er valdur til nevndarformann í nýggja P/F Postverk Føroya, sum varð stovnað í farna mánaði, og sum ætlanin er skal reka postvirksemið í Føroyum.
? Tað fyrsta, sum vit í nevndini fara at gera, er at seta okkum inn í málið. Vit kenna lítið til júst hetta økið, men vit fara kunna okkum væl og virðiliga, áðrenn vit fara í gongd við nakað, sigur Jan Danielsen, sum dagliga er stjóri hjá Klement Petersen í Saltangará.
? Tað ganga uttan iva fleiri mánaðir, áðrenn postverkið kemur at virka sum partafelag, men nú fyrireika vit okkum til tað.

Heldur økja enn skerja
Enn hevur løgingið ikki samtykt, at posturin skal leggjast í eitt partafelag, har tað almenna eigur allan partapeningin, men uppskotið er gjørt og er sent til hoyringar.
Tær ítøkiligu fyrireikingarnar eru eisini byrjaðar, og nú tykist tað ikki longur verða ein spurningur, um postverkið skal verða partafelag, men heldur nær tað verður.
Jan Danielsen ætlar sær at leggja dent á, at postverkið er ein tænastufyritøka, sum skal hugsa nýggjar tankar.
? Fólk hava longu spurt meg, um vit ætla at stongja posthús, og eg havi svarað, at tað er ikki ætlanin. Vit fara heldur at royna at finna nýggj virkisøki til posthúsini. Vit skulu hugsa øðrvísi og ótraditionelt fyri at økja um virksemið hjá postverkinum, sigur Jan Danielsen.
? Sjálvandi kunnu vit ikki lova nakað, tí eitt partafelag má tillaga seg til sínar umstøður, men eg vil heldur økja um tænastuna og møguleikarnar enn at fara at skerja, sigur Jan Danielsen.