Jan verður KÍ-venjari

Tað hevur leingi ligið í luftini, og týskvøldið skrivaðu KÍ og Jan Joensen sáttmála, sum inniber, at Jan verður leikandi venjari komandi árið. Afturat sær hevur hann ein annan KÍ-veteran, Olgar Joensen

KÍ-venjarin

Jóhan Nielsen, Ioan Geolgau, Jákup Mikkelsen. Hetta eru bert nøkur av teimum nøvnum, sum hava verið sett upp sum møguligir KÍ-venjarar, síðani Kurt Mørkøre stutt undan kappingarloki boðaði frá, at hann flutti til Noregs eftir kappingina.

Olgar skal hjálpa
Seinastu tíðina hevur tað tó verið alt meira greitt, at venjarin helst fór at gerast Jan Joensen, og týskvøldið varð so endaliga avtalan undirskrivað.
At hetta hevur tikið somikið langa tíð, kemst einamest av, at bæði KÍ og Jan vildu hava, at øll formligu viðurskiftini kring venjarasessin vóru í lagi. At hjálparvenjararnir vóru settir og so framvegis. Loysnin til hetta seinasta er nú, at Olgar Danielsen verður hjálparvenjari hjá Jan. Olgar er eins og Jan ein av sonnu veteranunum í felagnum, har hann síðani einaferð í 80?unum hevur verið millum málsóknastu leikararnir í felagnum, og tó at talan ikki longur er um spæl í bestu deildini, so hjálptu mál hansara væl til, tá tilveran hjá teimum næst bestu skuldi bjargast í ár.

Gleðir seg
Og at tað er ein spentur venjari, sum nú er settur at taka við ábyrgdini, er einki at ivast í.
- Hetta er ein risa stór uppgáva hjá mær. Men samstundis er hetta ein avbjóðing, sum er eri sera spentur upp á at fara undir, var fyrsta viðmkergingin, tá vit mikumorgunin fingu orðið á Jan Joensen.
Royndir hevur hann ongar sum venjari, men longu nú er hann farin í holt við at fyrireika seg. Hetta verður millum annað gjørt við eini danmarkarferð komandi vikuna, har hann fer at fylgja venjingunum hjá FCK, og annars verður tað kanska mest gjørt við at fyrireika seg sjálvan.
- Tað er jú einki at ivast í, at tað verður heilt øðrvísi hjá mær, nú eg skal verða venjari. Eg havi jú í fleiri ár verið ein partur av leikarahópinum, og eg ætli mær so ikki, at gloppið millum venjarar og leikarar skal gerast ov stórt. Fyrst og fremst rokni eg við, at eg má royna at vera erligur og opin, og so er bara at vóna, at leikararnir skilja tær avgerðir, sum eg taki. Tað eru jú bara ellivu, sum kunnu vera á vøllinum í senn, og tað kann vera, at eg havi ein trupulleika, tá onkur skal setast á beinkin.
Og at hann hevur ein góðan hóp at arbeiða við, er Jan Joensen als ikki í iva um.
- Enn eru onkur ivamál. Hjalgrím Elttør kom upp á pláss í gjár, men enn er ikki víst, hvussu verður við Heðin á Lakjuni og Meinhardt Joensen. Allan Mørkøre verður helst í Havn komandi árið, og so hava vit fingið Arnold Joensen og Fríðin Ziskason aftur, so alt í alt ivist eg ikki í, at vit hava ein góðan hóp.
- Har eru fleiri ungir evnaríkir leikarar, og so eisini nakrir meira royndir, og fáa vit alt at rigga, so ivist eg ikki í, at vit kunnu koma heilt langt. Og tað er so avgjørt nakað, sum eg eisini eri fegin um. At sleppa at venja eitt lið, sum kann røkka nøkrum málum.

Allir gera sítt besta
Um ætlanir sínar annars við liðnum, sigur Jan, at talan helst ikki verður um nakrar kollveltandi broytingar.
- Nú havi eg sjálvandi tann fyrimunin, at eg kenni einstøku leikararnar, so eg veit, hvat teir standa fyri og megna. Kanska kundi eg hugsað mær, at KÍ framyvir spældi betri fótbólt. Ikki tí at vit hava spælt illa, men sjálvur kundi eg hugsað mær, at talan í størri mun var um kombinatiónsspæl niðan eftir vøllinum, og tað má eg so arbeiða við. Men annars dugi eg í løtuni ikki at siga nakrar serligar broytingar.
- Eg ætli mær snøgt sagt at gera mítt besta, og eg ivist ikki í, at leikararnir standa aftan fyri meg í hesum, tí vit vilja jú allir gera tað besta vit kunnu fyri felagið. Tað er jú í veruleikanum tað, sum tað snýr seg um, sigur nýggi KÍ-venjarin at enda.