Jan Trøjborg, borgarstjóri í Horsens og fyrrverandi ráðharri, doyði av einum hjartatilburði í dag 56 ára gamal. Horsens kommuna sigur, at borgarstjórin doyði, meðan hann tók lut í einum súklutiltaki í sambandi við, at eitt umfar í Giro d'Italia skuldi byrja í Horsens í morgin. Hóast hann kom undir læknahond skjótt og bleiv fluttur á sjúkrahús, bar tað ikki til at bjarga lívi hansara.
Jan Trøjborg var sosialdemokratur og umboðaði flokkin í Fólkatinginum frá 1987 til 2005. Hann var ráðharri í fleiri umførum og umsat millum annað vinnumál, verjumál og ferðslumál. Í 2010 bleiv hann valdur til formann í danska kommunufelagnum.










