Eftir tað gjørdist greitt, at Florente á Skipagøtu seinni í summar letur nýggja café upp í høvuðsstaðnum, hevur Café Natúr leita eftir nýggjum leiðara. Florentze hevur verið leiðari í fleiri ár á vælvitjaðu caféini í gamla býarpartinum í Havn, men nú fer hon undir sítt egna virksemi
Í hennara stað hevur leiðslan á Cafe Natúr sett Jan Ova Winther Poulsen sum nýggjan leiðara á Café Natúr. Jan Ove er 24 ár og útlærdur tænari á Hotel Hafnia. Seinastu árini hevur hann arbeitt nógv sum barrvørur. Spurdur um hann ætlar at fremja nakrar broytingar á Cafe Natur, sigur Jan Ove, at tað er ov tíðliga at siga, tí hann má fyrst seta seg inn viðurskiftini á Cafe Natúr.
Jan Ove Winther Olsen byrjar sum leiðari á Cafe Natur 2.juli.










