Litríki venjarin hjá kvinnuliðnum hjá VÌF/Tjaldri, Jan Ottosen varð sera misnøgdur við dømingina hjá Arnari Dam og Thomas Juul Thomsen, aftaná tann dramatiska 27-27 javnleikin ímóti Kyndli, sum staðfesti, at tað verður Kyndil, sum kemur at møta Neistanum í FM-finaluni í fremstu kvinnudeildini í hondbólti.
Jan Ottosen helt, at tað var løgið, at dómararnir dømdu nógv brotskøst fyri minni, men vildu ikki døma, tá Eilin Hansen hjá VÌF/Tjaldur fór ígjøgnum, og var eftir hansara tykki tikin ógvuliga harðliga av verjuni hjá Kyndli.
Venjarin hjá Kyndli, Geir Wardum var lættur og ovurfegin um, at tað er eydnast liðnum hjá honum at røkka FM-finaluni. Ein málsetningur, sum hann og spælararnir settu sær fyri, fyri trimum árum síðani.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge hevði við Geir Wardum og Jan Ottosen. Fremst í ljóðbrotinum ber til at hoyra tann dramatiska endan av dystinum, tá Kyndil kom á odda 27-26, tá VÌF/Tjaldur javnaði til 27-27, og brendi ein stóran møguleika í teimum doyggjandi sekundunum av dystinum.










