Jan Ottosen fegnast um avrikið hóast tap

Jan Ottosen, venjari hjá VÍF/Tjaldur í fremstu kvinnudeildini fegnast um avrikið hjá sínum spælarum, hóast VÌF/Tjaldur tapti 26-31 ímóti suverena oddaliðnum, Neistanum.

 

Jan Ottosen heldur, at spælararnir hjá honum løgdu eitt gott avrik fyri dagin, men hann harmast um, at VÍF/Tjaldur ikki megnaði at fylgja Neistanum til dyrnar.

 

Kári Horn, venjari hjá Neistanum helt, at hansara spælarar vóru ov seinar í gongd í dystinum í dag, men hann fegnast um, at tingini fullu uppá pláss ímóti dystarenda.

 

Tað ber til at hoyra prátini, sum Rás2 gjørdi við Jan Ottosen og Kára Horn undir greinina.