Seinnapartin hevur samband verið millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið. - Vit frættu, at reiðararnir eru til reiðar at slaka í trætuni um, hvør skal gjalda øktu oljuútreiðslurnar, og at teir harumframt vilja lata meira til eftirlønina. Tí vilja vit tosa við teir aftur, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, við Rás2.
Seinnapartin hevur samband verið millum partarnar. Talan hevur ikki verið um samráðingar, men Jan Højgaard og Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, hava tosað saman.
Jan Højgaard leggur framvegis dent á, at tað kemur ikki upp á tal, at Fiskimannafelagið fer at slaka í trætuni um, hvørt fiskimaðurin skal rinda part av øktu oljuútreiðslunum.
Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, skrivaði í dag soleiðis í brævi til Reiðarafelagið:
?Eftir at hava hoyrt Viberg Sørensen, formann í reiðarafelagnum, úttala seg um, at teir eru tilreiðar at halda fram við sama sáttmála, umframt at seta eftirlønina upp, heitir fiskimannafelagið hervið á reiðarafelagið um at koma aftur til samráðingar sum skjótast.?
Eftir hetta hittust teir báðir formenninir til eitt prát.
Í morgin skal nevndin í Fiskimannafelagnum umrøða støðuna, nú felagið hevur verið í verkfalli síðani 19. desember í fjør.