Jan og Australia útihýst

Eitt er, at Australia – hóast vunnar undandystir – ikki kom til hondbólts-HM í Qatar, men nú verður tað neyvan møguligt í framtíðini heldur.

Nú mong sita spent og fylgja við HM-endaspælinum í hondbólti, sum í hesum døgum er í Qatar, eru tað ikki bara tey liðini, ið áttu at verið har, sum hava eitt pláss í endaspælinum.

Millum annað kom Týskland við, uttan at hava vunnið sær rættin til tað, tí altjóða hondbóltssambandið IHF heldur vildi hava Týskland við, enn Australia, hóast australiarar høvdu vunnið sær rættin til at vera við.

Australia vann í fjørsummar sínar undandystir ímóti New Zealandi, men IHF helt ikki, at Australia var nóg gott, og tí varð Týskland brádliga tikið framum – aftan á allar spældar dystir, ið annars góvu atgongd til HM.

Jan mitt í rokanum
Landsliðsvenjari hjá Australia er Jan Ottosen, sum í fýra ár var venjari í Føroyum, men síðani tók kjansin, tá honum stóð í boði at verða australskur landsliðsvenjari. Eitt arbeiði, hann fekk minni enn 5.000 krónur fyri í sjey mánaðir, tí hann skuldi lønast av sponsorinntøkum í sambandi við HM…

Sum um omanfyri nevnda svik ímóti Australia ikki var nóg mikið, hevur IHF nú tikið avgerð um, at í framtíðini verður ikki nóg mikið hjá Australia at vinna undankapping og undandystir, men haraftrat skal landið spæla dystir ímóti teimum næstbestu landsliðunum úr Asia, Afrika og Suðuramerika – um eitt pláss til HM!

Danska TV2 veit at siga, at eisini Saudiarabia og Ísland eru komin við upp á ein heldur løgnan og kronglutan máta, tí tey fingu serliga innbjóðing, eftir at Bahrain og Sameindu Arabisku Emiratini av politiskum áðum høvdu givið avboð, men síðani angraðu.