Skapandi kreftirnar millum ung í Klaksvík smæðast ikki burtur, og eisini her hevur nýggja Virkishúsið fyri ung í býnum ein fingur við á pulsinum. Í løtuni leggja tey so fyri fyrstu ferð høli til eina myndlistaframýning, har ungi listamaðurin Jan Nystrøm sýnir fram.
Listarligi stílurin hja Jan Nystrøm er rættiliga dramatiskur ofta út í tað surrealistiska. Millum annað er listamaðurin sera hugtikin av, hvussu ein einføld linja kann fáa málingin at flyta seg á óvæntaðar mátar, so tú nærum fært eina nýggja mynd.
Einfaldi men dramatiski stílurin gevur samstundis summum av myndunum okkurt stumfilmakent yvir sær. Og Jan dylur heldur ikki yvir, at týsku ekspressionistisku filmarnir frá 1920unum, so sum Nosferato og Metropolis ofta geva honum íblástur og hugskot.
Listaframsýningini hjá Jan Nystrøm er at síggja í vanligu upplatingartíðunum hjá Virkishúsinum frá kl. 15 til 18 og 18.30 til 22 gerandisdagar.