Arbeiðsloysisskipanin
- Hetta líkist bæði talibanismu og manipulatión.
Eru fakfeløgini hvassorðað um ætlanina hjá politiska valdinum at taka Arbeiðsloysisskipanina frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og leggja hana beinleiðis á fíggjarlógina, er stjórin í vinnuhúsinum ikki mildari í sínum dómi.
- Hann sigur, at ætlanin byggir á eina tulking av stýrisskipanina, sum minnir um talibanismu.
Jan Mortensen vísir á, at ALS varð sett á stovn eftir eina semju ímillum fakfeløg og arbeiðsgevarar, samstundis sum lønarhækkingin ta ferðina varð sett í skipanina sum stovnsfæ.
Síðani hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum umsitið skipanina.
- Vit hava umsitið skipanina í góðum tíðum, men serliga hava vit umsitið hana í ringum tíðum, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.
Hann vísir á, at í ringastu kreppuni var skipanin í alstórum trupulleikum, men tá vístu politikararnir skipanini frá sær og vildu onki hava við hana at gera, júst tí at tað vóru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum eiga hana.
- Tá sluppu vit at eiga skipanina og máttu loysa trupulleikarnar sjálvi. Men nú eigur skipanin pening og tí er hon knappliga vorðin áhugaverd, staðfestir Jan Mortensen.
Talibanisma og manipulatión
Hann sigur, at ætlanin hjá politiska valdinum at leggja ALS undir fíggjarlógina, byggir á eina tulking av stýrisskipanarlógini, sum minnir um talibanismu.
- Í londunum rundanum okkum eru skipanir, sum ALS og Samhaldsfasti heilt vanligar og tí er tað ómetaliga torført at skilja tað, sum nú fer fram.
Hann heldur, at spurningurin um ALS-gjaldið kann metast sum ein skattur, er ein akademiskt kjak og eg dugi ikki at síggja, hvussu tað skal vera avgerðandi fyri, hvussu vit skipa samfelagið.
- Hjá okkum snýr tað seg bara um at finna eina loysn, sum riggar væl.
Jan Mortensen vísir eisini á, at ein serfrøðingabólkur av løgfrøðingum hevur kannað og útgreinað, um ALS er skattur ella ikki og meirilutin kom til ta niðurstøðu, at talan var ikki um skatt.
- Men tað vísir seg sum um at embætisverkið ikki klárar at góðtaka hesa niðurstøðu og tí verður kortini gjøgnumtrumfað, at talan er um skatt.
- Til at hjálpa sær við hesum, varð ein nýggjur bólkur settur niður, men tá varð syrgt verður fyri, at bara tey rætttrúgvandi vórðu vald í bólkin og tey koma sjálvsagt til eina aðra niðurstøðu, sum hóvar til endamálið.
- Men tá ið fylgibólkurin, sum skal fylgja við arbeiðnum, at kalla bara er mannaður við fíggjarnevndarlimum, sum nú einaferð skal viðgerða uppskotið, líkist tað beinleiðis manipulatión.
Fara á glið
Jan Mortensen sigur, at ætlanin er nú at fáa serfrøðingar at útgreina, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, verður ALS og aðrar skipanir tiknar av, og lagdar undir ALS.
Men hann ivast ikki í, at verður ALS lagt á fíggjarlógina, fer skipanin á glið og so veit ongin, hvar tað endar.
- Hvørja trygd hava vit fyri, at inngjaldið í veruleikanum endar í ALS, tey árini, inngjaldið er størri enn útgjaldið, spyr hann.
Hann stúrir sostatt fyri, at endar ALS í stórapotti á fíggjarlógini, er vandi fyri, at peningur, sum í veruleikanum eigur at verða goldin inn í ALS, fer at verða tikin til onnur endamál,.
Undir øllum umstøðum metir hann at, at tað er sera ivingarsamt um partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava hug til at halda fram í stýrinum fyri skipanum, sum teir onga ávirkan hava á.
Kundi valt aðra loysn
Jan Mortensen heldur, at Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur grein í sínum máli, tá ið hann av Løgtingsins røðarapalli ávaraði tingið ímóti at skapa sær óneyðugar trupulleikar og ávaraði ímóti, at politikarar stygdu arbeiðsmarknaðin frá sær og fingu hann ímóti sær.
Hann heldur, at ístaðin fyri at velja hesar konfrontatións-kósina við arbeiðsmarknaðin, kundi landsstýrið heldur sæð tað skilagóða í at savna allar skipanir, sum partarnir á arbeiðsmarkaðinum umsita, í ein arbeiðsmarknaðarstovn, fyri at loyst tær enn meiri frá politisku skipanini.
Hann hugsar her um ALS, Samhaldsfasta, Frítíðargrunnin og Barsilsskipanina og kanska aðrar skipanir við.
Meiri á síðu 16.