Trý ensk meistaraheiti. Trý FA Cup heiti. Ein yrkisleið lík henni hjá øðrum fótbóltshetjum sum Kenny Dalglish, John Barnes og Ian Rush.
Áhoyrararnir kunnu gleða seg til at hoyra søgur um eina merkisverda yrkisleið - m.a. søguna um skaðan, sum Bruce Grobbelaar fekk, áðrenn finaluna í Club World Cup, og um hvussu Mølby misti sjey tenn á Upton Park. Hetta skrivar Norðurlandahúsið.
Eisini fáa vit svar uppá ymiskar spurningar, sum fólk hava hugsað um í fleiri ár: Mann hann framvegis hava ein butlara? Hví fekk hann ongantíð jólakort frá Richard Møller Nielsen?
Bara so eingin er í iva - Manchester United blusur eru ikki vælkomnar.
Atgongumerki kunne keypast á nlh.fo.