Hóast ólavsøkan er tjóðarhátíð føroyingra, so slepst ikki undan, at hon hevur ein heilt serligan týdning fyri havnafólk. Fyrrverandi borgarstjórin í landsins størstu kommunu, Jan Christiansen, var saman við konu síni, Elsa Maria Bærentsen, farin ein túr gjøgnum býin.
"Vit eru altíð til kappróður og fótbóltsdyst á ólavsøku," sigur Elsa Maria.
"Og í dag hava vit verið til kappríðing. Har var nógv fólk, hóast talið av luttakandi hestum tíverri er fækkað nakað síðstu árini," sigur Jan.
"Annars ganga vit bara oman og niðan og heilsa upp á fólk. Fast hvørt ár eru vit á gátt hjá somu vinfólkum til ein góðan nátturðabita," sigur Elsa Maria.
"Eitt annað, sum vit ætlaðu okkum, var at fara til kabarettina, men hon var tíverri útseld. Fyrr var man ofta í henni, men eg eri tíverri for sjálvdan í henni longur," sigur Jan skemtandi.
Elsa Maria og Jan halda, at ólavsøkan er broytt til tað betra síðstu árini.
"Hon broytist hvørt ár til tað betra. Eitt nú sært tú ikki líka nógv full og avdottin fólk á ólavsøkuni í ár, sum tú sást fyri nøkrum árum síðani," sigur Elsa Maria.
"Mær dámar eisini so serstakliga væl, at fleiri og fleiri eru farin í tey føroysku klæðini aftur. Eisini ung fólk, sum var næstan ikki at síggja fyri bara heilt fáum árum síðan," sigur Jan at enda.