Hann hevur verið knýttur at felagnum í fleiri ár. Hann stóð á odda fyri næstbesta liðnum, sum vann seg upp í triðbestu deildina í 2009. Sum uppflytarar endaði liðið nummar trý í deildini í ár.
Rúni Nolsøe varð venjari hjá FC Hoyvík við kappingarbyrjan í fjør. Hann takkaði fyri seg í summar, og John Eystberg tók við venjarastarvinum.
FC Hoyvík var nummar sjey í røðini í næstbestu deildini í ár.