Jan krevur tólv stig

Toppliðini skulu hjálpa til, um HB skal vinna europeisku atgongumerkini frammanfyri grannarnar

Hóast tað ikki er staðfest á pappírinum, so er tað veruleiki, at AB næsta kappingarár ikki verður partur av bestu deildini. Mønustingurin hjá AB var 2-0 heimatapið ímóti Skála síðsta sunnukvøld, og nú skal felagið fótað sær av nýggjum.

-Tað eigur at vera motiverandi, at vit skulu spæla ímóti HB, NSÍ, KÍ og Víkingi. Vit hava sera ilt við at mynda málmøguleikar, men vit eiga at vísa rætta hugburðin hvørja ferð. Í støðuni, sum vit nú eru í, er tað stór avbjóðing, sum vit vónandi fara at megna, sigur AB veteranurin Símun Samuelsen.

Rói Danielsen er fluttur av landinum, og hann kemur ikki heim aftur at spæla í heyst. Karstin Højgaard og Gunnar Haraldsen eru so mikið skaðadarvaðir, at teir fara ikki at spæla aftur í ár.

 

 

HB venjarin Jan C. Dam vónar, at tað fer at eydnast at røkka altjóða atgongumerki, hóast tað eru seks stig fram til B36 og fjórða plássið:

-Eg rokni møguleikan góðan fyri, at vit fara at vinna tólv stig ímóti AB, B68, ÍF og Skála. Tað er fyrsta treytin, um vit skulu hugsa um altjóða fótbólt. So mugu vit vóna, at mótstøðuliðini hjá B36 – KÍ, NSÍ, Víkingur og TB - fara at hjálpa okkum, sigur HB venjarin.

Tað kemur illa við, at Fróði Benjaminsen er leikbannaður, nú tað standa fýra gul kort á kontuni.

 

 

Eftir langan skaðasteðg var Arnbjørn Hansen síðsta sunnudag fremsti maður hjá HB:

-Hann hevur arbeitt ógvuliga nógv fyri at koma fyri seg eftir langan skaðasteðg. Tað gekk væl hjá honum, og tað fegnast vit um. Krúnan á verkinum hevði tað verið, um hann lítla løtu eftir steðgin hevði skorað til 3-1, tá ið hann var púra leysur, men málini munnu fara at koma, tí hann hevur so ofta víst, at hann hevur rætta tevið, sigur HB venjarin.