Felagsformansvalið í Føroya Fiskimannafelag nærkast nú endanum, og tá henda vikan er av, er valið eisini av.
Síðan valið varð útskrivað í desember í fjør, og limir felagsins fingu atkvøðuseðlarnar, hava fiskimenn havt høvi at velja millum tvey valevni, sitandi formann, Jan Højgaard og avbjóðaran, Sniálv Røvilsberg.
Jan Højgaard hevur verið formaður í Føroya Fiskimannafelag síðan 1. februar í 2007 og stillar eisini uppaftur á valinum hesaferð.
Sniálvur Røvilsberg er virkin fiskimaður og hevur áður sitið í stjórn felagsins, umboðandi Sandoyar sýslu. Hann hevur valt at bjóða sitandi formanni av.
Seinasti dagur at atkvøða er leygardagin, 30. januar, og atkvøðuseðlarnir verða taldir upp 31. januar sum er sunnudagin. Formansskeiðið í felagnum byrjar 1. februar.
- Um onkur, sum hevur valrætt, ikki hevur fingið atkvøðuseðil, ræður um at venda sær til Fiskimannafelagið sum skjótast, siga tey á skrivstovu felagsins, sum hevur tlf. 356000.