Jan Herman verður róðrarformaður

Komandi leygardag verður aðalfundur í Róðrarsambandi Føroya, og tá verður Jan Herman Hansen valdur til nýggjan formann í sambandinum

Sitandi formaður, Johannes Joensen, ið hevur sitið í róðrarsambandinum í drúgva tíð, tekur ikki við afturvali, og bert eitt valevni er til formanssessin, nevnliga Jan Herman Hansen. Komandi formaðurin hevur sitið í nevndini í Róðrarsambandi Føroya í nøkur ár, og tí hevur hann eisini fitt av kunnleika um, hvussu nevndararbeiðið í Róðrarsamband Føroya virkar.
 
Lógarbroytingar á skránni
Umframt formansvalið eru eisini onnur mál á skránni á aðalfundinum komandi leygardag. Róðrarsambandið hevur skotið upp, at tá ið børn rógva, skulu einans 500 metrar rógvast í mun til teir 1.000 metrarnar, ið tað hevur verið róð higartil.
Eitt annað lógaruppskot, ið verður lagt fyri aðalfundin, er, at Róðrarsambandið vil broyta raðfylgjuna, ið róð verður. Hetta hevur verið sera nógv umtalað í fjør, bæði í fjølmiðlum og róðrarheimasíðum, tí at ávísir bátar hjá 5-mannaførum og 6-mannaførum ikki fingu tíð til neyðugu upphitingina.